Í gjár boðaði EB/Streymur frá, at felagið hevði gjørt sáttmála við Jonhard Frederiksberg og í kvøld ber felagið boðini um, at tey hava longt sáttmálan við ein av sínum egnu monnum. Talan er ikki um kendasta navnið í hópinum, men hinvegin vænta tey í Sundalagnum sær nógv av verjuleikaranum Poul Grunnveit Olsen.
- Her er talan um ein leikara, ið tekur seg nógv fram, og vit síggja fram til at síggja nógv meira til Poul á besta liðnum í ár, stendur millum annað at lesa á heimasíðuni hjá EB/Streymi.
20 ára gamli víkarmaðurin spældi 11 dystir fyri EB/Streym í fjør, men spældi sín fyrsta dyst í landsins bestu fótbóltsdeild á sumri 2010. Poul Grunnveit Olsen. Sáttmálin millum Poul og EB/Streym er galdandi fyri 2012.
Mynd: Poul Grunnveit Olsen og Ingolf Joensen, kassameistari í EB/Streymi, taka lógvatak eftir, at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: eb-streymur.fo)