EB/Streymur leigar úr KÍ

Sundalagsmenn hava styrkt sær um álopinum við ungum áleypara úr KÍ

EB/Streymur hevur gjørt avtalu við KÍ, um at leigað 19 ára gamla áleyparan, Aksel B. Danielsen, fyri restina av kappingini. Hann hevur fyri kortum skotið sítt fyrsta mál í bestu deildini fyri KÍ, men spælir fyri tað mesta við næstbesta liðnum.

 

Les eisini: AB leigar í HB

 

Í 1.deild hevur hann leikt 59 dystir og skora 30 mál, meðan hann í landsliðshøpi hevur umboðað Føroyar á U17 og U19 landsliðnum.

 

EB/Streymur.fo skrivar: Aksel er beiggi Ragnar, sum er í felagnum, og sonur Olgar Danielsen, ið var venjari, tá vit vunnu okkum upp aftur í bestu deildina í 2015. Elsti beiggin, Niels Paula Danielsen, er við sínum 128 dystum fyri EB/Streym, heldur ikki ókendur í felagnum.

 

Í gjár leigaði AB Hans Jákup Annfinsson úr HB. So tað sær út til, at liðini í lægra endanum royna at finna styrk á næstbestu liðunum hjá teimum “stóru”.