EB/Streymur leigar HB málverja til í kvøld

Málverjin hjá HB, Hans Jørgensen, stendur í kvøld í mál fyri EB/Streym, sum er á vitjan hjá KÍ í Klaksvík. Fyribils er leiguavtala gjørd fyri hendan dystin.

 

Rene Tórgarð er skaddur og staðfest er ikki akkurát hvat er gali, og tí vil EB/Streymur ikki taka nøkur óráð fyri viðvíkjandi skaðanum. Jákup Andrias Hansen, sum hevur avloyst Rene Tórgarð, hevur somuleiðis ein skaða, men verður so skilst á bonkinum í kvøld.

 

- Vit hava avgjørt at leiga Hans Jørgensen til dystin í kvøld. Fyribils er talan um dystin í kvøld, sigur Sigvald Zachariasen, formaðurin í EB/Streymi við portalin í dag.

 

Dysturin millum KÍ og EB/Streym byrjar klokkan 17.30. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.