Eftir hálvt annað ár í mótvindi, tykist EB/Streymur hava funnið stevið. Í fjør megnaði liðið akkurát at yvirliva, og tað tók langa tíð at fáa venjaran upp á pláss. Jákup Martin Joensen tók eitt ár afturat, og nú er líkt til at felagið er í rúkandi menning.
Seinastu dagarnar hava spælarar sum Andras Olsen, Niklas Kruse og Hjalti K. Djurhuus longt sáttmálan. Í dag hevur liðið felagið eisini lagt afturat venjaratoyminum.’
EB/Streymur.fo skrivar:
EB/Streymur hevur í ár verið í einari góðari tilgongd, har vit við einum lutfallsliga ungum hópi við nógvum lokalum leikarum, hava lyft okkara støði upp ímóti miðjuni av Betri-deildini. Alt eftir úrslitunum í seinasta umfari leygardagin, so verða vit antin nr. 6 ella 7, við góðari fjarstøðu til niðurflytingarstrikuna.
Í einari roynd at byggja víðari á hesa tilgongd, hava vit til komandi kappingarár valt at styrkja venjaratoymið kring Betri-liðið. Í tí sambandi hava vit gjørt avtalu við Magnus Debess Madsen, sum verður knýttur afturat verandi venjaratoymi sum fysiskur venjari.
Magnus er upprunaliga úr Havn, men er nú búsitandi í Vestmanna. Hann er 37 ára gamal, giftur og hevur trý børn. Magnus hevur drúgvar royndir innan kappróður, bæđi sum rógvari og venjari. Hann hevur hevur fyri tað mesta róð í Føroyum, men var nøkur ár búsitandi í Danmark, har hann eisini róði á miðalhøgum støði. Hann hevur tískil eina greiða fatan av, hvat skal til fyri at menna seg kropsliga og náa sínum málum.
Hetta verður fyrstu ferð, at Magnus verður beinleiðis knýttur at einum fótbóltsfelagi, men sambært honum kann man draga nógvar paralellur millum kappróður og fótbólt, hóast tað í aðrar mátar eru tvær sera ymiskar ítróttagreinar.
Í viðmerking til heimasíðuna sigur nýggi venjarin, at hann í sínum arbeiði fer at leggja dent á, at teir einstøku leikararnir hava ávirkan á sína kropsligu menning, so teir við hollari vegleiðing og stuðli kunnu mennast.
Formliga samstarvið millum Magnus og EB/Streym byrjar ikki fyrr enn komandi kappingarár, men hann hevur hitt restina av venjaratoyminum, og hann følir seg sera vælkomnan og væntar, at hann persónliga fer at passa væl saman við verandi venjarum hjá EB/Streymi. Hann gleðir seg til at vera við til at stuðla undir tað mennandi arbeiði, sum felagið og venjarin gera.
##med2##
##med3##