EB/Streymur lænir frá B36

Málverji hjá B36 spælir við EB/Streymi í 2017

Annað av uppflytaraliðunum í Effodeildini, EB/Streymur, kunnger í kvøld, at felagið hevur leigað nýggjan málverja til felagið. Talan er um Trygva Askham, ið seinastu árini fyri tað mesta hevur verið eykamálverji hjá B36.

 

Talan er tó um ein royndan málmann. Trygvi Askham hevur áður umboðað FS Vágar 2004, 07 Vestur, FC Hoyvík og síðani 2013 hevur hann verið í B36. Trygvi Askham hevur spælt 41 dystir í Effodeildini og 108 dystir í 1. deild.

 

Trygvi Askham gjørdi ein góðan figur á besta liðnum hjá B36 í farna kappingarári, tá ið boð vóru eftir honum. Hann vardi málið hjá árstalsfelagnum í báðum steypakappingardystunum, sum B36 spældi, og eisini var hann aftasti skansi í báðum Champions League-undankappingardystunum, ið B36 spældi ímóti maltesiska Valletta. Afturat hesum spældi Trygvi Askham sjey dystir í Effodeildini í 2016.

 

Avtalan ímillum EB/Streym og Trygva Askham er galdandi fyri kappingarárið 2017.