Dysturin heima á Sandi er ikki meir enn 10 minuttir gamal, og nú hevur EB/Streymur lagt seg á odda 2-0.
Rumenski áleyparin, Sorin Anghel, fór um koll inni í brotsteiginum, og Rúni Gaardbo dømdi brotsspark til Sundalagsmenn. Úr 11 metrum var miðvallarleikarin, Ronnie Samuelsen, ivaleysur, og sendi bóltin framvið málverjanum til 2-0.