EB/Streymur kom væl frá byrjan

EB/Streymur vann á heimavølli ímóti HB í dag

EB/Streymur kom væl frá byrjan í næstbestu deildini. Teir næstbestu hjá HB vitjaðu, og uppflytingarkandidatarnir úr Sundalagnum vunnu 4-2. Í steðginum var EB/Streymur á odda 2-1.

 

Leif Niclasen fekk tvey mál fyri EB/Streym í dag. Málið hjá gamla NSÍ og ÍF spælaranum, Sjúrði Jacobsen, sum spælir við EB/Streymi í dag var serliga vakurt. Sjúrður Jacobsen setti eitt fríspark snøgt í málið.

 

150 áskoðarar møttu til dystin við Margáir í dag, sum er eitt gott áskoðaratal í fyrsta umfari í næstbestu deildini. 

 

EB/Streymur-HB 4-2 (2-1)

 

1-0 Andrass Olsen (15.)

2-0 Leif Niclasen (21.)

2-1 Adrian Justinussen (30.)

3-1 Sjúrður Jacobsen (56.)

4-1 Leif Niclasen (71.) 

4-2 Símun Hansen (82.)

 

Vit hava meir um 1. deild á in.fo seinni í dag.