23. umfar í Formuladeildini er av. KÍ vann týdningarmikla dystin móti B71 og reiv seg leyst frá bæði B71 og Skála, sum hava ávíkavist 21 og 18 stig, meðan KÍ nú hevur 24 stig.
Eitt annað lið, sum áður hevur havt tað trupult, men í dag vann trý týdningarmikil stig, var B68. Teir vitjaðu á Skála, sum mátti leggja rygg til 1-2 tap. Harvið sær tað ógvuliga trupult út hjá Skála, sum er seks stig aftanfyri KÍ, ið liggur beint omanfyri niðurflytingarmarkið.
Oddaliðið EB/Streymur kom aftur á sigurskós við at basa Víkingi í Streymnesi. Og tá B36 tapti fyri NSÍ, sum harvið vann dystin um silvursessin, so øktist fjarstøðan til nærmastu kappingarneytarnar til tíggju stig.
Í Gundadali vann HB 2-0 á ÍF. Málini bæði fullu í seinna hálvleiki.
Úrslitini og støðan í Formuladeildini eftir at øll liðini hava spælt 23 dystir er henda:
EB/Streymur-Víkingur 2-1
Skála-B68 1-2
NSÍ-B36 1-0
HB-ÍF 2-0
KÍ-B71 2-1
Støðan:
EB/Streymur 50
NSÍ 40
B36 39
HB 39
Víkingur 35
B68 32
ÍF 26
KÍ 24
B71 21
Skála 18
24. umfar
Leygardagin 27. september
ÍF-Skála
B68-KÍ
Sunnudagin 28. september
Víkingur-HB
NSÍ-EB/Streymur
B36-B71