EB/Streymur kann seta søguligt met

EB/Streymur kann blíva fyrsta liðið í 25 ár, sum fer ósigrað ígjøgnum 1. deild

Fyri fyrstu ferð síðani 2000 hevur EB/Streymur í ár verið at sæð í næstbestu fótbóltsdeildini. Í 2000 vann EB/Streymur táverandi 2. deild, ið tá varð spæld yvir 18 umfør, og í ár er aftur sannlíkt, at EB/Streymur vinnur næstbestu deildina, sum nú eitur 1. deild. Hørð kapping er um fremsta plássið, tí at 07 Vestur er bert tvey stig aftanfyri EB/Streym, men undir øllum umstøðum er næstan líka vist sum amen í kirkjuni, at EB/Streymur flytur upp í Effodeildina.

 

Les eisini: Uppflytingarstríðið kann avgerast í kvøld

 

Tað heilt merkisverda við kappingarárinum hjá EB/Streymi er tó, at eftir 21. umfør hevur EB/Streymur framvegis ikki tapt ein einasta dyst. Sundalagsmenn hava vunnið 17 dystir og javnað fýra. Eydnast tað EB/Streymi at fara ósigrað ígjøgnum 1. deild, so er tað fyrstu ferð síðani 1991, at eitt lið fremur hetta megnar bragd.

 

Í 1991 var tað nevniliga B71, ið vann táverandi 2. deild við 34 stigum eftir 18 dystir. Heili 16 av hesum dystum vórðu vunnir, meðan sandoyingar spældu tveir javnleikir hetta árið. Leggjast skal til merkis, at tá í tíðini elvdi ein sigur bert til tvey vunnin stig.

 

Bragdið hjá EB/Streymi er tó størri, um EB/Streymur eisini fer ósigrað ígjøgnum seinastu seks dystirnar, tí at sundalagsmenn skulu ígjøgnum heili 27 dystir - altso níggju dystir fleiri enn B71 í 1991. Harvið kann EB/Streymur blíva fyrsta liðið, sum megnar at spæla 27 dystir í einum kappingarári ósigrað. Tað er met.

 

Tað er eiheldur nakrantíð hent seg, at eitt lið í Effodeildini hevur megnað at spælt eitt heilt kappingarár ósigrað, síðani fremsta deildin fór at spæla 27 dystir í 2005. Seinasta liðið, sum fór ósigrað ígjøgnum fremstu deildina, var eisini B71, ið ósigrað vann sítt einasta føroyameistaraheitið í 1989. Tá vunnu sandoyingar 13 dystir og spældu fimm javnleikir.

 

Seks teir írestandi dystirnir hjá EB/Streymi eru hesir: B71 á útivølli, 07 Vestur á heimavølli, AB II á útivølli og síðani eru tríggir heimadystir á rað ímóti KÍ II, FC Suðuroy og NSÍ II.

 

Kelda til hagtøl: Faroe Soccer