EB/Streymur ikki tapt á heimavølli

Víkingur er favorittur, men EB/Streymur hevur ikki tapt á heimavølli í ár

Í fleiri ár vóru hetta liðini, sum stríddust um steypagullið. Fyrst var EB/Streymur stóra steypaliðið, men blivu yvirhálaðir av nú trífaldu steypavinnarunum úr Víkingi.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið um 6. umfar

 

Til dystin í morgin er ongin ivi um, at Vikingur er favorittur. Teir ljósabláu úr eysturkommunu fingu hol á í heimadystinum móti FC Suðuroy. Undan sigrinum hevði Víkingur bara spælt javnleikir.


Rás2 sigur frá dystinum millum B36-TB og NSÍ-HB

 

EB/Streymur hevur fingið trý stig fyri fimm tey fyrstu umførini. Ónøgd er í sundalagnum um, at tað ikki hevur eydnast at vinna onkran av dystunum, men bara tvey tap í fimm teimum fyrstu umførinum er góðkent.

 

Verður hugt eftir tølunum, so er ein javnleikur eitt gott boð. Liðini hava spælt tíggju dystir til samans, og av teimum eru sjey endaðir uttan vinnara.

 

Fyri Víking kemur tað væl við, at Finnur Justinussen er komin í gongd við málskjótingini. Hann hevur skotið sjey mál í tveimum teimum seinastu dystunum fyri Víking. Fýra móti FC Suðuroy í landskappingini, og trý móti B68 í steypakappingini. EB/Streymur hevur ikki tap á heimavølli í ár, so nógv bendir á ein javnan og spennandi dyst.

 

Víkingur er favorittur, men tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar.

 

Dómari: Páll Augustinussen

 

Effo-deildin 6. umfar:

Leygardagin:

FC Suðuroy - AB 3-1

 

Í dag:

B36 – TB (15.00) Beinleiðis á Rás2

NSÍ - HB (15.00) Beinleiðis á Rás2

ÍF - KÍ (15.00)

EB/Streymur - Víkingur (16.00)