EB/Streymur hevur vunnið stórsigur

Tað var klassamunur í stevnudystinum við Margáir. Serliga í 2. hálvleiki vant EB/Streymur burtur úr ÍF, sum ikki var at kenna aftur, um sammett verður við avrikið í seinnu hálvfinaluni, sum týskvøldið var ímóti Víkingi í Sarpugerði.

EB/Streymur vann 3-0, og tað var sera væl upplagdi Arnbjørn Hansen, sum staðfesti sigurin og harvið gjørdist tvífaldur málskjútti.

Arnbjørn skoraði bæði málini í 2. hálvleiki. Fimm minuttir undan steðginum var tað Gudmund Nielsen, sum setti hol á.

Soleiðis sum tað lagaði seg í kvøld, so er tað so upplagt, at EB/Streymur verður roknað at vera favorittur undan steypafinaluni, sum verður fríggjadagin 6. august millum hesi bæði liðini.

Heimamenninir vóru skjótari, skilabetri, avgjørdari og hugflogsríkari, og tí var einki at siga til, at teir vunnu stórsigur.

Úrslitið ber við sær, at bæði ÍF og EB/Streymur hava 18 stig.

 

EB/Streymur-ÍF 3-0 (1-0)

Dómari: Rúni Gaardbo

1-0: Gudmund Nielsen 40.

2-0: Arnbjørn Hansen 48.

3-0: Arnbjørn Hansen 70.

EB/Streymur: René Tórgarð - Kristoffur Jakobsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 67.), Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen (Arnar Dam, 83.) - Sorin Anghel (Brian Olsen, 58.), Arnbjørn Hansen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen (Uni R. Petersen, 46.), Kaj Ennigarð, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Fritleif í Lambanum, 65.), Alexander Jovevic (Karl Løkin, 27.), Frank Poulsen, Andy Olsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð

Gult kort: Høgni Zachariassen

-----------------

 

65 min.

2-0

Steypafinalistarnir - EB/Streymur og ÍF - spæla í løtuni landskappingardyst, og EB/Streymur er greitt omaná.

Nú 2. hálvleikur er hálvrunnin, er støðan 2-0 til EB/Streym. Seinna málið skoraði Arnbjørn Hansen tíðliga í 2. hálvleiki. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru tøvdi ÍF verjan, sum ikki megnaði at fáa bóltin burtur, og so var Arnbjørn Hansen skjótur og smekkaði bóltin í málið.

Teir á heimaliðnum tykjast nógv meiri uppsettir enn fuglfirðingar, og í løtuni er tað einki, sum bendir á, at ikki øll stigini skulu vera eftir á Sundalagsstevnuni, tá ið nógvu fuglfirðingarnir fara úr Streymnesi, har tað nú er vorðið rættuliga kølið.

 

 

 

--------

 

45 min.

1-0

Nú teir eru farnir at hvíla seg eftir 1. hálvleik er støðan 1-0 til EB/Streym, sum á Sundalagsstevnu hevur vitjan av ÍF.

Málið skoraði Gudmund Nielsen, sum eitt sindur í høgru varð spældur leysur av entrala miðvallaranum Pæturi Dam Jacobsen.

Heimaliðið hevur verið leikliga omaná, og tað kennist vandamikið mest sum hvørja ferð, tá ið skjótu menninir fara í álop.

ÍF verjan liggur frammarlaga og brúkar nógv at seta rangstøðufellu.

 

-------

 

30 min.

0-0

Líkindini eru fín, tað er nógv fólk samankomið, og lagið er gott við Margáir, nú EB/Streymur og ÍF spæla landskappingardyst á Sundalagsstevnu.

Heimaliðið legði bragdligari fyri, og fuglfirðingar hava ikki verið so uppsettir, sum teir vóru tað í Gøtu týskvøldið.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki er tað framvegis málleyst.