Eftir støðugt HB trýst stóran part av 2. hálvleiki hevur EB/Streymur vunnið heimadystin ímóti HB 2-1.
Sigursmálið varð skorað í yvirtíðini. Eftir fríspark í høgru varð bólturin varpaður inn í brotsteigin, har toppskjúttin í Formula deildini, Arnbjørn Hansen, sleit seg leysan og skoraði týdningarmikla sigursmálið til 2-1.