Bæði EB/Streymur og B36 dystast í kvøld í europiskum høpi. EB/Streymur spælir á Tórsvølli móti finska MyPa, og eftir tepurt 1-0 tap í fyrra dystinum eru vónirnar hjá felagsliðnum kanska ikki heilt ongar.
Men tað krevur fyrst og fremst ein sigur, og so er spurningurin, um EB/Streymur megnar at skapa neyðuga trýstið, samstundis sum teir helst skulu halda tætt sjálvir, soleiðis at uppgávan ikki gerst alt ov tung.
B36 spælir á útivølli móti litaviska Ekranas. Fyrra dystin, sum varð spældur á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðani, vann Ekranas 3-1, og tí er lítil ivi um, at tað verða teir, sum fara víðari til næsta umfarið í kappingini.