Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av EB/Streymi.
Hjá EB/Streymi eru tríggir spælarar skiftir út millum teir fyrstu ellivu, tá ið sammett verður við dystin sunnudagin ímóti NSÍ. Nýggju spælararnir eru Rói H. Olsen, Jákup Hummeland, ið fyri fyrstu ferð er millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum, og Bogi Reinert-Petersen, sum er komin seg so frægt eftir stoytin í høvdið sunnudagin, at hann verður mettur at vera nóg byrgur at vera millum teir fyrstu ellivu. Teir, sum ikki eru við, og sum vóru millum teir fyrstru ellivu ímóti NSÍ, eru Andras Ó. Olsen, Mikkjal Hellisá og Dánjal Godtfred, sum allir fóru skaddir av vøllinum ímóti NSÍ. Dánjal Godtfred er á beinkinum í kvøld.
Hjá Víkingi líkist liðið nógv tí, sum vann 3-2 í Sørvági leygardagin. Einast broytingin er, at vongverjin í høgru, Bárður J. Hansen, ikki er á listanum í kvøld. Í hansara stað er Arnbjørn Svensson millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki ímóti 07 Vestur.
Géza Dávid Turi hevur í vikuni ikki vant saman við hinum. Hann hevur verið darvaður av bruna í aðrari stórutáini. Hann er pjøssaður so frægt, at hann er millum teir fyrstu ellivu ímóti EB/Streymi.
Víkingur – EB/Streymur kl. 18.00
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Noah Mneney, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Olaf Bárðarson – Andreas Lava Olsen
Á beinkinum: Hans Jákup Arngrímsson, Martin Klein Joenssen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Signar á Brúnni, Árni Nóa Atlason, Ingi Arngrímsson
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
EB/Streymur: Kristian Joensen – Niklas T. Kruse, Bogi Reinert-Petersen, Árni G. Olsen, Jóhann Hansson Joensen – Rói H. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Filip Djordjevic, Tóki H. Johannesen, Jákup Hummeland – Gutti Dahl-Olsen
Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Elilas Moustage, Dánjal Godtfred, Sørin Wardum, Høgni Hummeland, Gutti við Streym Jóhansson, Filip Kruse Johansen
Venjari: Jákup Martin Joensen











