EB/Streymur hevur royndirnar fram um fuglfirðingar

Í samband við at steypafinalan hjá monnum verður á Summar Festivalinum fríggjakvøldið, hava vit á Sosialinum givið eitt boð um, hvussu styrkin er hjá steypafinalistinum undan finaluni. Vit hava hugt eftir hvørja styrki og vansar tey hava, umframt at valt ein lyklaleikara á hvørjum liði, sum kann fáa avgerandi týdning fyri hvør vinnur steypafinaluna

EB/Streymur:
FYRIMUNIR:
- EB/Streymur hevur vunnið sær fastatøkur í føroyska fótbóltstindinum. Liðið hevur vunnið heiðursmerki í landskappingini seinastu fimm árini og spælt seg í finaluna um Løgmanssteypið seinastu fýra árini. Sundalagsmenn eru fullgreiðir yvir, hvat tað snýr seg um.
- Meirilutin av teimum, sum umboða sundalagsmenn, hava spælt eina rúgvu av týðandi dystum seinastu árini. Avgerandi dystir um gullmerki og torførar dystir í evropeiskum kappingum. Teir vita, hvussu tú setir teg upp til slíkar dystir.
- Sundalagsmenn hava stórt sjálvsálit í løtuni. Í vikuskiftinum vunnu teir heili 8-0 á heimavølli móti B71. EB/Streymur hevur heldur ikki tapt móti ÍF í hesum kappingarárinum. Tað endaði við javnleiki í Fuglafirði, og heimaliðið vann 3-0 við Margáir.

VANSAR:
- EB/Streymur fer at fáa trupulleikar av graslíkinum í Klaksvík. Serliga í seinasta triðinginum av vøllinum, tá fugl­firðingar fara at geva framrættaðu mótstøðumonnunum lítið pláss. Tað verður væntandi torført hjá millum annað Hans Paula Samuelsen, tí graslíkið kann geva honum trupulleikar.
- Málverjin René Torgarð hevur verið nógv darvaður av skaðum higartil í hesum kappingarárinum. Hann spælir framvegis ikki við fullari megi.

LYKLALEIKARI:
EB/STREYMUR: Hans Pauli Samuelsen prógvaði væl og virðiliga á Argjum fyri gott og væl tveimum vikum síðan, at hann er ein serstakur og evnaríkur fótbóltsspælari.
Hann hevur eginleika at kollvelta dystargongdina í einari knappari vending. Hann er altíð ein støðug hóttan, og um hann stendur seg væl, so fær ÍF stórar trupulleikar.
Men umstøðurnar eru ikki tær bestu til fótbóltsspælið hjá Hans Paula Samuelsen. Tað er trupult at gera skjótar og frekar dribblingar á graslíkinum í Klaksvík.


ÍF:
FYRIMUNIR:
- Fuglfirðingar hava fleiri ferðir víst, at teirra toppstøðið er høgt. Á einum góðum degi vinna teir á einum og hvørjum føroyskum liði.
- Og tá tað riggar, so riggar tað væl hjá ÍF. Í álopsspælinum hava fuglfirðingar staðið seg sera væl í fleiri dystum.
- Jákup Mikkelsen er ein stórur fyrimunur at hava á einum fótbóltsliði. Hann hevur drúgvar royndir, og róliga lyndi verður ein lætti fyri fleiri viðleikarar, sum spæla steypafinalu fyri fyrstu ferð.
- Fuglfirðingar hava víst, hvussu mótgongd skal handfarast. Teir hava vunnið fleiri dystir, hóast tað hava ábendingar um, at teir fara at tapa.

VANSAR:
- Hóast toppstøðið er høgt, so er botnstøðið eisini sera lágt. Fuglfirðingar hava verið lítið sannførandi í verjustøðu. Tað er 5-0 tapið á heimavølli móti B36 greitt dømi um.
- Tað hava verið stór sveiggj í einmansavrikunum hjá fleiri fuglfirðingum. Nenad Saric, Andy Olsen, Dánjal á Lakjuni og Karl Løkin eru millum teirra, sum hava trupult at varðveita støðið frá vikuskifti til vikuskifti.
- ÍF hevur havt stór sveiggj í úrslitunum seinastu vikurnar. Liðið hevur ikki vunnið tríggjar ferðir upp í slag í fleiri vikur.

LYKLALEIKARI:
ÍF: Nenad Saric hevur verið snúningsdepilin hjá miðvøllinum hjá fuglfirðingum í ár.
Tá hann hevur verið skaddur og havt leikbann, hevur Abraham Løkin, venjari, altíð gjørt greitt í miðlunum, at tað var saknur í honum. Serliga, tá Saric noyddist út í hálvleikinum í heimadystinum móti NSÍ. Runavíkingar vunnu 5-3.
Ein lykil hjá EB/Streymi verður heilt víst at steðga Saric.
Nenad Saric er ein humør-spælari. Tí veit eingin fyri vist, hvat hann leggur fyri dagin.
Men um fuglfirðingar skulu gerast vandamiklir, er neyðugt, at Nenad Saric stendur seg væl.