EB/Streymur hevur leigað 20 ára gamla Rana í Soylu úr B36 fyri resta av 2023. Tað skrivaði Bolt.fo undan fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum var í gjár. B36 boðaði eisin í gjár frá, at felagið hevur fingið tilgongd av Lukas Grenaa Giessing.
Rani Berg í Soylu, sum er beiggi miðvallaran hjá HB, Dan í Soylu, hevur fyri tað mesta spælt við næstbesta liðnum hjá B36. Hann skrásettur fyri fimm dystir og eitt mál á besta liðnum. Hetta málið kom við fyrstu nertingini í fyrsta dystinum, sum var í Gundadali móti B68.
B36 hevur fyrr leigað spælarar út til EB/Streym. Undan kappingarbyrjan fór Markus J. Hellisdal sama veg. Hann sat á bonkinum í gjár, meðan Rani í Soylu kom inn í 63. minutti. EB/Streymur tapti 3-0.











