EB/Streymur hevur góð minni

KÍ-EB/Streymur:
Verður talan um eina endurtøku av stevnudystinum í fjør, verður av álvara talan um kreppu í Klaksvík

Upptakt

Tað er einki at siga til, um samansetta liðið fer til Klaksvíkar við góðum treysti. Talan var veruliga um eina sensatión, tá EB/Streymur á norðoyastevnu í fjør hølvaði KÍ av, og kanska meira enn nakað annað var hetta byrjanin til niðurtúrin hjá KÍ, eins og fólk tá av álvara fóru at halda, at EB/Streymur var annað og meira enn ein dumpikandidatur.

Krepputos
Í Klaksvík er talan undan dystinum á leið hin sama sum í fjør. Teir hava ikki megnað at liva upp til vónirnar um ein sess frammi í oddinum higartil, og verður dysturin hesaferð ikki vunnin, fer kreppan av álvara at merkjast hjá felagnum.
Tí var tað eisini dyggur smeitur, tá tað varð staðfest, at snuddurin sum Heðin á Lakjuni fekk í farnu viku er somikið álvarsligur, at hann neyvan verður tøkur fyrr enn eftir summarsteðgin.
Allan Joensen var ikki við móti B68 seinast. Hann hevur havt vøddaskað, men í Klaksvík vóna tey, at hann verður tøkur til týdningarmikla dystin.
Hjá EB/Streymi eru enn eingir trupulleikar við skaðum ella leikbannum, so Trygvi Mortensen hevur framvegis ein positivan trupulleika at dragast við, tá hann hvørja viku noyðist at halda leikarum til, tó at hann veit, at ikki allir koma á vøllin.
Higartil hevur hetta eydnast hampuliga væl, og tó at úrtøkan ikki verið meira enn trý stig, so hevur spælið alla tíðina verið á góðari leið, so tað kann ikki útilokast, at norðoyastevnusteypið aftur í ár fer úr Klaksvík, tó at sensatiónin neyvan verður hin sama sum í fjør, um so er.