Fýra minuttir fyri leiklok hevur EB/Streymur lagt seg á odda 2-1 í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Harvið er EB/Streymur á veg í finaluna, nú tað resta tríggir minuttir.
Málskjútti var Hanus Eliasen. Upp undir seinnu hálvfinaluna hevur verið rættuliga ivasamt, um Hanus fór at verða førur fyri at spæla.
Hans Pauli Samuelsen sendi fríspark ímóti B71 málinum. Símun Rógvi Hansen hálvbjargaði, og eftir tvørtræ og eitt sindur av aftur og fram var tað Hanus Eliasen, sum setti bóltin í netið.