EB/Streymur heldur um liðið

Longu nú tykist tað liggja í kortunum, at tað verður á leið sama fólk, sum verður í EB/Streymi komandi kappingarár

Fótbóltur

Ein av sólskinssøgunum í bestu mansdeildini hetta kappingarárið má sigast at vera EB/Streymur, sum longu nú hevur tryggjað sær eina søguliga góða endastøðu, og sum kanska enntá kann betra hesa um vikuskiftið.
Orsøkirnar til hetta eru uttan iva fleiri, men tvær teirra munnu í øllum førum vera tilgongdin av leikarum, sum felagið hevði í ár, og ikki minst tilgongdin og búningin av leikarum í egnum røðum.

Eingi ynskir um at rýma
Um hetta hevur viðført, at onnur feløg hava ligið framvið eftir leikarum hjá EB/Streymi skal vera ósagt, men í øllum førum hevur leiðslan longu nú tryggjað sær, at tað í stóran mun verður av ongum.
Hesa seinastu vikuna hevur felagið nevnliga fingið pappír upp á flestu leikararnar í hópinum, soleiðis at teir eisini framhaldandi verða í felagnum, og sostatt tykjast góð útlit fyri, at positiva gongdin hetta kappingarárið kann halda fram.
Magnus á Stongunum, sum har um leiðir mest av øllum verður róptur fyri »manager« hjá liðnum, tó at hann ikki er partur av nevndini, váttar, at teir í felagnum hava gjørt sáttmála við størsta partin av hópinum.
- Tað er tó ikki soleiðis, at vit hava spent okkum nógv meira fíggjarliga. Heldur er tað ein umfordeiling av midlunum, soleiðis at allir fáa eitt sindur í part. Tað halda vit eisini, at okkara egnu leikarar hava uppiborið.
- Enn eru vit so ikki heilt lidnir, men vit hava tosað við einstøku leikararnar, og tað var gleðiligt at staðfesta positiva andan, sum tykist valda her. Allir eru positivt innstillaðir upp á eisini at halda fram í komandi kappingarári, og tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um, sigur Magnus á Stongunum.