EB/Streymur á heiðursmerkjakós

Tá farið var undir síðsta korterið, skjeyt Pætur Dam Jacobsen meistararnar á sigurskós, tá hann setti bóltin í netið eftir framúr gott uppspæl. Víkingur hevði annars sitið á tí mesta í seinna hálvleiki, og eftir hetta øktu teir bara trýsti á EB/Streym.

Seinastu tíggju minuttirnar fuku bóltarnir framvið Gunnari á Steig í málinum hjá EB/Streymi, og teir bóltarnir, sum sótu innanfyri málrammuna, tók royndi klaksvíkingurin.

 

Í fyrra hálvleiki leikaði meiri javnt á enn í seinna, men samanumtikið ein ógvuliga undirhaldandi dystur, har EB/Streymur hevði nakað av tí hepni við sær, sum fylgdi teimum í tøttu dystunum í fjør.

Við sigrinum hevur felagsliðið 22 stig ? altso tvey stig færri enn Víkingur, sum liggur nummar tvey í Vodafonedeildini.

Sama stigatal hevur B68. NSÍ hevur 23 stig, so kappingin um plássini aftanfyri HB er ógvuliga tøtt.

NSÍ og B68 hava tó spælt ein dyst færri enn Víkingur og EB/Streymur.

 

EB/Streymur - Víkingur 1-0 (0-0)