Avtalan sigur, at besta liðið hjá EB/Streymi skal spæla í Hólmanum á Eiði annaðhvørt ár og við Margáir í Streymnesi annaðhvørt ár.
Í ár spældi besta liðið hjá EB/Streymi á nýggja vøllinum í Hólmanum á Eiði. Liðið fer ikki at flyta til Margáir næsta ár, men fer at halda fram at spæla í Hólmanum.
Talan er ikki um ósemju um heimavøllin. Orsøkin, til at liðið eisini í 2019 fer at eiga heimavøll í Hólmanum, er, at teir eru við at betra um umstøðurnar kring vøllin við Margáir, og at hetta arbeiðið ikki verður liðugt til næsta kappingarár.
Tað hevur einki við sjálvan vøllin at gera. Hann varð skiftur í 2016 og er sera góður. Heldur snýr tað seg um umstøðurnar hjá spælarum og áskoðarum, sum tað í løtuni verður arbeitt við at gera væl betri, enn tær higartil hava verið.
Á býráðsfundi 26. februar samtykti býráðið í Sunda kommunu at fáa nýggjar ljósmastrar og at útbyggja ítróttarhúsið, at fáa fleiri áskoðarapláss og at yvirdekkað tey umframt at byggja goymslubygning.
Tað er farið undir arbeiðið, men tað verður ikki liðugt fyrrenn einaferð í 2019.
Í 2019 fer tað at bera væl til at venja á vøllinum, men kringumstøðurnar eru orsøk til, at besta liðið ikki fer at spæla á vøllinum. Tí fer EB/Streymur í 2019 at spæla á Eiði.
Tá ið arbeiðið við at betra um umstøðurnar verður liðugt, fer EB/Streymur eisini at hava heimavøll við Margáir.