Heili 10 mál vóru skotin, tá ið EB/Streymur og B68 spældu á Mølini mánakvøldið. Dysturin var fluttur frá sunnudegnum orsaka av dómaratroti, og tá ið dysturin nú varð spældur, var hvørki dómaratrot ella máltrot at hóma.
Longu innanfyri góðar 20 minuttir høvdu bæði liðini skorað tvær ferðir í part, og so var rættiliga lagt upp til eina málveitslu.
B68 fylgdi væl við fyrstu løtuna, men sum dysturin leið, var tað EB/Streymur sum setti seg á dystin, og tá B68 framvegis vildi nógv fram eftir vøllinum, var tað lag á manni hjá kontrasterka EB/Streymi at renna B68-liðið av og skora mál næstan á samlibandi.
Góðar treytir hjá EB/Streymi
Tað vóru slakir tveir minuttir spældir, tá ið EB/Streymur legði seg á odda. Arnbjørn Hansen, sum var ein av fremstu monnunum hjá EB/Streymi gjørdi fyrsta málið, men tað var ikki tað seinasta.
Tá ið eitt gott korter var farið, fekk B68 brotsspark, tá ið Súni Fríð Barbá varð feldur í brotsteignum. Verujspælarin Ovi Magnussen sendi brotssparkið í málið til 1-1.
Arnbjørn Hansen var aftur á rætta staðnum í 23. minutti, men Súni Fríði Barbá, sum var klárt besti B68-spælarin í dystinum, javnaði vi ðeinum sera góðum skoti.
Og so var tað, at EB/Streymur veruliga setti seg á dystin, og nú kláraði B68 ikki at fylgja við meira. Toftamenn vóru komnir til Eiðis at bjóða EB/Streymi av, og B68 vildi gjarna spæla frameftir vøllinum. Tað hevði tó við sær, at EB/Streymur fekk gott pláss í álopsstøðu, og er tað nakað, ið EB/Streymur dugir væl, so er tað at revsa lið, sum leypa á og kanska gera mistøk.
Longu áðrenn hálvleikssteðgin hevði EB/Streymur skorað fýra mál afturat.
Hans Pauli Samulsen legði EB/Streym fram um 3-2 við einum góðum frísparksmáli, og løtu seinni beindi Egil á Bø eitt hornaspark í málið. Arnbjørn Hansen økti til 5-2 tveir minuttir fyri hálvleiki, og beint áðrenn steðgin økti Rafael Kwiecinski til 6-2.
Tvey mál afturat
Í seinna hálvleiki var tað framvegis EB/Streymur, ið sat á dystinum, og heimaliðið skoraði tvey mál afturat.
Fyrst var tað álopsspælarin Sorin Anghel, sum slapp upp í part, tá ið hann sendi eitt brotsspark í málið til 7-2, og so var tað Hans Pauli Samuelsen, sum slapp at seta punktum, tá ið hann kom ímillum eina afturlegging til B68-málmannin og skoraði til 8-2.
Við hesum lemjandi stórsigri reyk EB/Streymur fram í toppin í Formuladeildini aftur, og málmunurin var nógv betraður. B68 fekk ein dyggan frammaná, og tað var langt frá besta avrikið og úrslitið at taka við sær í viðføri til týðandi botndystin ímóti ÍF um vikuskiftið.
- Vit gjørdu sera nógv mistøk í hesum dystinum, og tað dugdi EB/Streymur at revsa. Vit vóru ikki komnir til Eiðis fyri at grava okkum niður, men vit høvdu ein sera ringan dag, sigur Súni Fríði Barbá, álopsspælari hjá B68.
Venjarin hjá EB/Streymi var hinvegin sera fegin um stórsigurin á B68.
- Vit fingu góðar umstøður til at spæla, tí B68 royndi at spæla offensivt, og so kundu vit veruliga spæla okkara spæl ímóti teimum. Kanska skuldu teir havt lagt størri dent á verjupartin, sigur Piotr Krakowski.
Fakta
EB/Streymur-B68 8-2 (6-2)
1-0: Arnbjørn Hansen, 2.
1-1: Ovi Magnussen, br., 16.
2-1: Arnbjørn Hansen, 23.
2-2: Súni Fríði Barbá, 25.
3-2: Hans Pauli Samuelsen, 30.
4-2: Egil á Bø, 38.
5-2: Arnbjørn Hansen, 43.
6-2: Rafael Kwiecinzki, 45.
7-2: Sorin Anghel, br., 55.
8-2: Hans Pauli Samuelsen, 73.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø (Fróði Clementsen, 58.), John Heri Dam Ronnie Samuelsen (Knút Vesturtún, 64), Bárður Olsen Arnbjørn Hansen (Esmar Eiðisgarð, 68), Hans Pauli Samuelsen, Rafael Kwiecnizki Sorin Anghel
Gult kort: Eingin
B68: Tórður Thomsen Jóan Petur Poulsen, Kári Hansen (Magnus Jakobsen, 81.), Ovi Magnussen, Arnbjørn Danielsen Alex Troleis, Jann Ingi Petersen, Julian Johnsson, Kristian Anton Andreasen (Óli Olsen, 62.) Súni Fríði Barbá, Jóan Dávur Højgaard (Emil Olsen, 85.)
Gul kort: Ovi Magnussen, Kristian Anton Andreasen, Julian Johnsson, Jann Ingi Petersen
EB/Str. 5 bóltar
B68 2 bóltar