EB/Streymur fingið nýggja nevnd

Fótbóltsfelagið EB/Streymur hevur havt aðalfund, og í nevndina eru komnir tríggir nýggir nevndarlimir og tveir nýggir tiltakslimir

 

Sum nýggir nevndarlimir blivu Signar í Homrum, Dan Olsen og Tummas Pauli Hansen valdir í tvey ára skeið, og Sigvald Zachariasen varð valdur fyri eitt ár.

 

Sum nýggjar eykalimir valdi fólki á aðalfundinum Jógvan Kruse og Hans Jákup Kollslíð.

 

Smávegis tillagingar blivu eisini gjørdar í lógum felagsins.

 

Nevndin skipaði seg við Sigvald Zachariasen sum formanni, Magnus á Stongum sum næstformanni, Dan Olsen sum kassameistara, Signar í Homrum sum skrivara og Tummas Pauli Hansen sum nevndarlim.