Málið er navnið á nýstovnsetta fjepparafelagnum hjá EB/Streymi. Hetta kunnger formaðurin í fjepparafelagnum hjá EB/Streymi. Tað var í samband við stovnandi aðalfundin hjá felagnum, at Rógvi Dam, formaður, og restin av nevndini útskrivaðu navnakapping. Vinnarin av hesi kapping og maðurin aftanfyri Málið er Hans Dávid Dam frá Norðskála. Hann hevur harvið vunnið eitt árskort til allar heimadystirnar hjá EB/Streymi. - Málið er eitt gott navn, heldur Rógvi Dam, tí tað umboðar bæði tað, fjepparafelagið ynskir av liðnum, nevniliga mál, og so tað, sum leikararnir kunnu vænta av fjepparafelagnum, nevniliga róp, skrál og málageipan.