EB/Streymur boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 26 ára gamla Daniel Udsen, sum er miðvallarleikari og áður hevur spælt við eitt nú FC Amager, sum Todi Jónsson stóð á odda fyri. Sambært almennu heimasíðuni hjá EB/Streymi kann Udsen brúkast á øllum plássum á miðvøllinum, eisini úti í borðunum, umframt at hann eisini kann spæla í álopinum. Hetta er triðja ferðin, at EB/Streymur roynir seg við donskum leikarum. Áður hava Anders Post Jacobsen og Peter Foldgast spælt við EB/Streymi.










