Tríggir teir undanfarnu dystirnir hjá B36 vóru ikki júst falnir teimum í lut og høvdu bara kastað eitt stig av sær. Hetta skuldu meistararnir royna at gera um upp á, tá ið teir vóru á vitjan EB/Streymi í Streymnesi sunnudagin.
Neyvan skuldi uppgávan gerast løtt. EB/Streymur bardist nevniliga um at halda fast um oddasessin, sum teir deildu saman við KÍ, men ein langur túrur til Armenia í sokallaða summarsteðginum og nú ein skaddur Arnbjørn T. Hansen gjørdu ikki fortreytirnar betri hjá sundalagsmonnum.
B36 á odda
Tað var heimaliðið, sum hevði bóltin mest frá dystarbyrjan, men uttan altíð vandamikla Arnbjørn T. Hansen var líkt til, at tað var langt ímillum vandastøðurnar hjá teimum. Soleiðis var ikki hjá B36, sum í 21. minutti fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda, tá ið teir fingu brotsspark. Róaldur Jakobsen fekk eitt skump í ryggin í feltinum, og so ivaðist Lars Muller ikki og dømdi brotsspark. Lukasz Cieslewicz, sum annars hevur skotið hópin av brotsspørkum, men misnýtti ímóti Linfield, bleiv ikki valdur. Tað bleiv Atli Danielsen hinvegin, og sendi hann úr 11 metrum bóltin í mál til 1-0.
Komnir afturúr dovnaði EB/Streymur nakað og tað var B36, sum setti ferð á. Við størri neyvleika og hepni høvdu teir eisini havt møguleika at økt um leiðsluna, men tættari enn eitt skot frá Bárði Olsen, sum rakti stongina, komu teir ikki.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til B36.
Javnt í evstu løtu
Í seinna hálvleiki var myndin at kalla hin sama. EB/Streymur tóktist hava stórar trupulleikar við at skapa nakað vandamikið, og tá ið B36 eiheldur vildi leggja ov nógv fyri í sínum álopsparti, so gjørdist hetta meiri ein dystur um miðvøllin heldur enn frammanfyri málunum. Súni Olsen hjá B36 mátti lata seg útskifta stutt fyri hálvleik vegna skaða, og góða gløgnið í spælbýti hansara var ein mangulvøra hjá meistarunum í seinna hálvleiki.
B36 hevði lyndi til at detta longri aftur á vøllin sum dysturin fráleið, og við einari teprari 1-0-leiðslu kundi hetta enda galið hvørja løtu. Og tað gjørdi tað. B36 vildi ikki staðfesta sigurin, og bara ein minutt fyri leiklok javnaði Levi Hanssen fyri EB/Streym. Tað var eftir innlegg, at hann kom at standa væl fyri og fekk javnað til 1-1.
B36 varð tvungið at ressast við, og hóast bara heilt fáir minuttir vóru til tess, so gjørdu teir tað somikið, at teir fingu bóltin í málið. Hjálpardómarin koldømdi hetta málið, og so kundi B36 - sum tykist hava trupulleikar við at avgera dystir - taka til takkar við eina stiginum, sum var avleiðing av hvussu teir handfóru eina leiðslu. EB/Streymur hinvegin vísti góðan neyvleika og á einum degi, sum ikki var so góður, kendu teir sína vitjunartíð og fingu eitt stig við sær í tætta oddastríðnum.
Teir mistu eitt fet og lótu oddasessin í hendurnar á KÍ, men eftir umstøðunum var hetta nøktandi fyri teir.
albinus@sosialurin.fo