EB/Streymur hevði eftir trý tey fyrstu umførini bara vunnið sær tvey stig og høvdu enn fyrsta sigurin í Effodeildini tilgóðar. Søti 4-2-sigurin á ÍF í steypakappingini kann tó hava vundið sundalagsmenn í gongd, tí í heimadystinum ímóti FC Suðuroy fingu teir nevniliga fyrsta sigurin til høldar – hetta hóast FC Suðuroy serliga í seinna hálvleiki einki stóð aftanfyri.
Tepur leiðsla
Gert Hansen hevur ein góðan arm hondbóltinum at takka, og fekk hetta ein stóran lut í fyrsta málinum. Hann kastaði nevniliga eitt langt innkast í feltið, har Egil á Bø var fúsur og stútaði bóltin í málið til 1-0.
Hóast EB/Streymur hevði greiða yvirtakið og við bólttryggum spæli vardi um leiðsluna, so vóru vágbingar ikki bara at spæla við. Vandamikli Jón Krosslá Poulsen lá framvið og hevði nakrar skotroyndir, men verjan hjá EB/Streymi var tøtt og fekk bjarga vandastøðunum, soleiðis at hálvleiksstøðan eisini var 1-0 til EB/Streym.
Revsaðir suðringar
Í seinna hálvleiki spældi FC Suðuroy seg av álvara upp og gav EB/Streymi skarpan gang. Hetta var myndin av seinna hálvleiki, men FC Suðuroy megnaði ongantíð at hótta EB/Streym nóg mikið til at fáa eitt mál.
Hetta vórðu teir revsaðir fyri. EB/Streymur, sum annars var undir trýsti, fekk tvey kærkomin mál ímóti dystarenda.
Smáar tíggju minuttir undan leikloki bleiv tað 2-0 til EB/Streym. Hans Pauli Samuelsen gjørdi gott forarbeiði og spældi bóltin til ein púra leysan Sorin Anghel, sum rundaði av. Í 89. minutti var tað so Hans Pauli Samuelsen sjálvur, sum slapp at seta krúnuna á verkið. Sorin Anghel takkaði fyri góða forarbeiðið í málinum frammanundan og átti hann uppleggið í hesum vakra málinum, sum Hans Pauli setti upp í málhornið og til endaliga úrslitið 3-0 til EB/Streym.