EB/Streymur førir í steðginum

Fjórðingsfinala í kappingini um Løgmanssteypið byrjaði í Streymnesi kl. 17.00, og dysturin var bara fáar minuttir gamal, tá heimaliðið legði seg á odda.

Hans Pauli Samuelsen legði bóltin innfyri, og Sorin Anghel var hægstur. Hesin snittaði bóltin víðari, soleiðis at hann endaði hjá Leif Niclasen, sum setti bóltin í netið.

Leif Niclasen er áleypari, men undir Sigfríður Clementsen hevur hann fyri tað mesta spælt á vinstra bakki. Tað ger hann eisini í dag, men Norðskálamaðurin hevur altso ikki gloymt hvar málið stendur.

 

Nú steðgur er í Streymnesi verður sagt, at talan er um leikliga javnvág, men at heimaliðið hevur havt teir størru málmøguleikarnar. Tann størsta átti Arnbjørn Hansen, men hesin var ikki nóg kaldur, tá ástóð. KÍ hevur hinvegin ikk havt nakran nevniverdan kjans, og tískil er talan um uppiborna leiðslu til heimaliðið.

 

Annars verður sagt úr Streymnesi, at veðrið er gott og talan er um góðar umstøður at spæla fótbólt í.