EB/Streymur fær tilgongd úr Danmark

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla Albert Theis Nielsen, sum kemur úr danska felagnum Hvidovre IF

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla Albert Theis Nielsen, sum kemur úr danska felagnum Hvidovre IF. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.

- Flestu føroyingar munnu neyvan kennast við hetta navnið, men hann er hálvur føroyingur – mamman er úr Sørvági – men hevur hann altíð búð í Danmark. Albert kann spæla á nógvum ymiskum plássum á miðjuni og í álopinum, skrivar felagið og leggur afturat:

- Albert hevur spælt 8 dystir fyri føroyska U17 landsliðið. Seinastu árini hevur hann spælt við ungdómsliðum hjá Hvidovre IF, Fremad Amager og B1908 í Danmark, men hevur nú altso valt at royna seg í EB/Streymi.

EB/Streymur er í løtuni í sumarferiu á sjeynda plássi við sjey stigum. Næsti dystur er á Skála 27. juli.

1.NSÍ132232
2.HB122031
3.131729
4.B36122428
5.Víkingur12520
6.ÍF12-519
7.EB/Streymur12-167
8.TB12-96
9.AB13-274
10.Skála13-311