EB/Streymur fær miðverja úr B68

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur styrkt seg við verjuleikara

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við høga verjuleikaran, Oddur Højgaard, sum kemur til felagið úr B68, har hann farna kappingarár spældi seinnu hálvu.

 

Oddur Højgaard hevur annars seinastu fýra árini verið búsitandi í Keypmannahavn, har hann hevur verið í lestrarørindum, men nú flytir miðverjin heimaftur. Tí hevur hann undirskrivað sáttmála við EB/Streym fyri komandi kappingarár.

 

Í Danmark hevur Oddur Højgaard spælt fyri ÍF Føroyar og B1908 á Amager, og í Føroyum hevur Oddur Højgaard higartil bert umboða barndómsfelagið B68.

 

EB/Streymur skrivar, at sáttmálin millum Oddur Højgaard og EB/Streym er galdandi fyri komandi kappingarár. Oddur Højgaard er 28 ára gamal.