EB/Streymur fær ein danskara aftrat

Hesi tíðindi ber heimasíðan hjá EB/Streymi. 23 ára gamli Anders Post Jacobsen kann brúkast á øllum plássum í verjuni, og sum verjukendur miðvallarleikari.

 

Anders er uppvaksin í Vejle Boldklub, er skrásettur fyri 27 dystir á besta liðnum, har hann eisini gjørdi tvey mál. Orsaka av drúgvum skaða í økslini varð sáttmáli hansara ikki longdur, tá hesin rann út í desember 2007. Síðani tá hevur Anders spælt við Holstebro.

 

Anders Post Jacobsen er annars skrásettur fyri níggju ungdómslandsdystur.