Veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva. EB/Streymur vinnur í kvøld í undanumfarinum til Champions League móti FC Lusitans úr Andorra.
EB/Streymur spælir í kvøld fyrri dystin í undan umfarinum til Champions League á útivølli í Andorra. Veddingarfyritøkur sum Bet365, SkyBet og Bwin eru ikki í iva um, at EB/Streymur vinnur.
Oddsini upp á ein sigur til EB/Streym liggja millum 1.5 til 1.62. Hetta er iki óvanlig odds hjá teimum stóru liðnum í Evropa, tá tey spæla á heimavølli.
Væntar tú hinvegin, at EB/Streymur tapir fyrra dystin, so eru pengar at heinta. Her kanst tú fáa pengarnar upp til heilar 6 ferðir aftur.
Bara Bwin og Betway geva odds upp á hvør kemur víðari. Her er heldur ongin ivi um hvør er favorittur. Setur tú 100 krónur á EB/Streym at koma víðari, so fært tú bara 110 krónur aftur, tí oddsini upp á at EB/Streymur kemur víðari er 1.1.
Dysturin millum EB/Streym og FC Lusitans úr Andorra verður í kvøld klokkan 18.30 og beinleiðs uppdatering verður á portalinum.










