EB/Streymur er meistari

Tað er liðugt við Margáir. EB/Streymur hevur vunnið 3-2 á NSÍ, og harvið er tað greitt, at EB/Streymur er FM vinnari í 2012. Hetta er onnur ferðin, at EB/Streymur hevur vunnið meistaraheitið. Fyrra ferðin var í 2008.

Talan var um gott undirhald. Serliga í 1. hálvleiki var tað lívligt, og tá vóru málmøguleikarnir nógvir. EB/Streymur hevði bóltin meiri enn gestirnir, men NSÍ spældi seg til risa málmøguleikar. Klæmint A. Olsen var fleiri ferðir tætt við, men hann hevði ikki marginalirnar við sær í dag.

Í Fuglafirði endaði tað málleyst. Harvið er tað greitt, at ÍF vinnur silvurkrónurnar, og at HB hevur tryggjað sær at rættin at taka lut í europeisku kappingini næsta summar.

KÍ hevur vunnið 7-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Páll A. Klettskarð skoraði trý mál.

Í Gundadali var úrslitið 1-1 millum B36 og Víking.

Harvið er tað greitt, at HB hevur vunnið bronsukrónurnar, og at KÍ lyfti seg fram á fjórða plássið uttan at vinna pláss í altjóða fótbólti næsta summar.

Í botninum gjørdist tað at enda nógv meiri spennandi, enn tað sá út til, at tað skuldi verða. TB var á odda 1-0 ímóti B68, sum skuldi vinna við fýra málum. Síðstu løtuna skoraði B68 fýra mál, og harvið restaði tað eitt mál í hjá toftamonnum. TB misti fullkomuliga tamarhaldið síðstu løtuna, men tvøramenn komu undan kortini, og tað var merkisvert, at heimafólkið fegnaðist eftir 4-1 tapið, meðan B68 legan var vónbrotin eftir 4-1 sigur á útivølli!

Úrslit í 27. umfari

KÍ-FC Suðuroy 7-1

ÍF-HB 0-0

EB/Streymur-NSÍ 3-2

B36-Víkingur 1-

TB-B68 1-4

Endaliga støðan

EB/Streymur 58

ÍF 54

HB 45

KÍ 45

Víkingur 45

B36 38

NSÍ 31

TB 24

B68 24

FC Suðuroy 9

---

LIÐUGT!

3 minuttir lagdir aftrat.

90 min.

3-1

NSÍ hevur verið í fleiri spentum støðum frammanfyri málið hjá René Tórgarð, men teir gulu og svørtu hava ikki verið nóg neyvir.

85 min.

MÁÁÁL

3-2: Jens Joensen 82.

Eftir eitt sindur av aftur og fram hevur innskifti Jens Joensen minkað um munin, og nú kveiktist spenningurin aftur við Margáir!

75 min.

3-1

EB/Streymur hevur fult tak á støðuni! Pætur Høj hevur bjargað væl, eftir at Arnbjørn Hansen og Levi Hanssen hava roynt seg.

80 min.

3-1

70 min.

3-1

Tað sær alt meiri út til, at EB/Streymur um stórar tjúgu minuttir skal vinna FM fyri aðru ferð.

65 min.

3-1

EB/Streymur leggur í løtuni størri dent á verjupartin, og NSÍ hevur verið framvið, tá ið innskifti Jens Joensen royndi seg, men René Tórgarð bjargaði.

60 min.

3-1

Jens Joensen er komin inn í NSÍ álopið í staðin fyri Debes Danielsen. NSÍ er framvegis væl við, men tað er ikki so sannførandi, sum tað var í 1. hálvleiki.

55 min.

3-1

EB/Streymur tykist hava tak á tí!

50 min.

MÁÁÁL

3-1: Pætur Dam Jacobsen 47.

So sær tað út til, at EB/Streymur rættuliga hevur lagt seg á FM kós. Sorin Anghel legði innfyri, og eftir stríð í luftini millum málverjan og Arnbjørn Hansen datt bólturin fyri føturnar á Pæturi Dam Jacobsen, sum við drønskoti sendi hann upp undir nettakið.

Lítla løtu seinni stórbjargaði Pætur Høj bóltin upp á tvørtræið, eftir at Arnbjørn Hansen hevði roynt seg.

HÁLVLEIKUR

45 min.

MÁÁÁÁL

2-1: Arnbjørn Hansen

Tað er landsliðssnitt yvir Arnbirni Hansen. Nú hevur hann skorað fyri aðru ferð í dag. Hesa ferð átti NSÍ málverjin sín lut, tí hann var óheppin, tá ið hann ikki megnaði at halda bóltinum, og so trillaði Arnbjørn bóltin í málið.

Dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki. NSÍ spælararnir iðra seg, tí teir hava havt størru møguleikarnar, men tað er EB/Streymur, sum er á odda. Eftir steðgin verður tað heimaliðið, sum fer at hava lotið undan.

40 min.

1-1

NSÍ koyrir á, og heimamenninir skulu prísa seg lukkuliga fyri, at tað framvegis er javnt. Serliga eyðsýndur er Árni Frederiksberg, sum alt árið hevur verið mest eyðsýni NSÍ spælarin.

35 min.

1-1

Enn eina ferð hevur Klæmint A. Olsen misnýtt risa møguleika. Sera væl upplagdi Árni Frederiksberg spældi hann leysan í vinstru, men toppskjúttin setti bóltin við síðuna av málinum! EB/Streymur hevur ilt við at fóta sær, og serliga í verjuni er tað ikki sannførandi.

25 min.

MÁÁÁÁL

1-1: Debes Danielsen 22.

NSÍ ætlar ikki at geva skarvin yvir uttan nakra mótstøðu!

Gestirnir við Margáir hava víst góðan stríðsvilja, teir eru miðvísir og skilagóðir í álopspartinum, og Debes Danielsen hevur við fínum skoti eitt sindur úr vinstru send bóltin upp um René Tórgarð og i málið!

15 min.

1-0

Hans Pauli Samuelsen hevur roynt seg við frísparki úr 20 metrum. Bóltrin fór omanfyri manngarðin, men eisini dygst við síðuna av stólpanum.

Líkindini eru góð við Margáir. Tað er eitt lítið lot, sum NSÍ hevur undan í 1. hálvleiki.

10 min.

1-0

Eftir ferðmiklu fyrstu løtuna hevur tað verið meiri friðarligt. Sera eyðsýndi Arnbjørn Hansen hevur verið framvið eina ferð aftrat, uttan at tað eydnaðist at skora mál.

5 min.

MÁÁÁÁL

1-0: Arnbjørn Hansen 5

Toppskjúttin skræddi seg leysan av verjuni og var fulltryggur, tá ið hann rann seg leysan. Gott lag millum heimafólkið við Margáir.

Dygst undan málinum hevði NSÍ risa møguleika. Væl upplagdi Árni Frederiksberg spældi Klæmint A. Olsen púra blankan, men NSÍ toppskjúttin misnýtti risa stóran møguleikan!

EB/Streymur-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg – Levi Hanssen, Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel, Arnbjørn Hansen

NSÍ: Pætur Høj – Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen – Jann Martin Mortensen, Magnus Olsen, Árni Frederiksberg, Debes Danielsen – Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen

--

LIÐUGT!

0-0

90 min.

0-0

ÍF stríðist fyri at gera sítt fyri at taka av, um FM møguleikin skuldi verið har, men tað er framvegis málleyst. HB er á veg ímóti europeiskari luttøku!

85 min.

0-0

Spenningur er komin í aftur millum áskoðararnar í Fuglafirði, nú tað frættist, at tað bara er eitt mál á muni við Margáir. Trupulleikin er, at ÍF hevur tykist vera ført fyri at taka av møguleikanum, sum kanska verður í síðstu løtu, um tað skuldi hent, at NSÍ javnar ímóti EB/Streymi!

80 min.

0-0

ÍF hevur framvegis yvirvág, men fuglfirðingar fáa einki burturúr heldur ikki deyðbóltsstøðunum, sum teir ofta hava verið so vandamiklir í.

70 min.

0-0

65 min.

0-0

ÍF trýstir fyri at leggja seg á odda. Næst við var Jan Ó. Ellingsgaard, tá ið hann við høvdinujm sendi ímóti málinum eftir horna, men Tróndur Jensen vardi á strikuni.

60 min.

0-0

HB spælarnir eru nøgdir við javnleikin, sum ber rættin til altjóða luttøku við sær. ÍF hevur síðstu løtuna tvær ferðir verið tætt við, men teir eru ikki komnir nærri enn at senda bóltin í stólpan.

55 min.

0-0

Tað er framvegis málleyst í Fuglafirði. Einasta ferðin, at tað næstan hevur verið vandamikið fyrstu løtuna eftir steðgin var, tá ið Nenad Saric tveitti seg fram og stútaði, men bólturin fór við síðuna av málinum.

HÁLVLEIKUR

45 min.

0-0

HB hevur ongar upplagdar málmøguleikar havt, og hjá ÍF hevur verið rættuliga langt millum møguleikarnar.

40 min.

0-0

Eftir diagonalsending úr høgru frá vongverjanum Trónda Jensen hevur Símun Samuelsen roynt seg, men Jákup Mikkelsen blokerað bóltin til hornaspark.

Lotið er frískari nú. Hann er útnyrðingur í ættini, og tað er ringasta ætt í Fuglafirði.

30 min.

0-0

ÍF hevur havt stóran møguleika. Eftir innlegg úr høgru misti HB málverjin bóltin, Clayton Soares var sum ein køttur yvir bóltinum, men úr trongdari støðu sendi hann við síðuna av málinum.

Nýggi landsliðsspælarin Jan Ó. Ellingsgaard er væl upplagdur á vinstra vongverja hjá ÍF. Hann er við í nógvum fram eftir vøllinum.

25 min.

0-0

Tað gongur javnt á í Fuglafirði. HB roynir seg ofta við longum sendingum fram til Símun Samuelsen í vinstru, men higartil hevur tað ikki eydnast skjóta landsliðsspælaranum at sleppa leysur.

Tað er gott lag í ÍF leguni, nú boðini eru komin um, at tað er javnt við Margáir!

15 min.

0-0

ÍF hevur eftir fínt álop havt bóltin í HB málinum. Dómarin bríkslaði fyri rangstøðu. Síðstu maður á bóltinum var Clayton Soares.

10 min.

0-0

ÍF hevur havt bóltin størra partin av tíðini, og tað hevur verið næstan vandamikið eftir frísparksinnlegg.

Høgni Madsen er í miðverjuni í staðin fyri Høgna Zachariassen, sum ikki spælir í dag, tí pápi hansara andaðist brádliga í gjárkvøldið. Undan dystarbyrjan var tøgn í ein minutt, tá ið spælarar og áskoðarar mintust Kára Zachariassen.

ÍF-HB kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

ÍF: Jákup Mikkelsen – Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevic, Karl Løkin, Frank Poulsen, Nenad Saric – Clayton Soares

HB: Teitur M. Gestsson – Tróndur Jensen, Rógvi Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen – Rókur Jespersen, Kristin R. Mouritsen

--

LIÐUGT

1-4

3 minuttir eru lagdir aftrat!!

90 min.

1-4: Einar Hansen

B68 er um reppið at bjarga sær plássinum. Nú hevur vongverjin í vinstru Einar Hansen skorað til 4-1. Tað gjørdi hann eftir horna og út frá. Hann lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.

85 min.

1-3: Haraldur R. Højgaard

B68 drívur á. Innskifti Haraldur R. Højgaard hevur skorað, og nú resta tvey mál í, at B68 skal taka plássið í bestu deildini frá TB!

80 min.

1-2

Nú hevur dysturin tkið orduliga vend í Trongisvági. Jann Ingi Petersen javnaði við brotssparki, eftir at Christian Høgni Jacobsen varð feldur, og síðani legði Einar Hansen B68 á sigurskós eftir flatt innlegg.

70 min.

1-0: Dmitrij Jankovic 66.

So tykist tað vera greitt, at tað verður B68, sum skal tungu leiðina niður í 1. deild. Eftir frísparksinnlegg var tað miðverjin Dmitrij Jankovic, sum stýrdi bóltin í málið.

65 min.

0-0

Fyrra partin av 2. hálvleiki hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar í Trongisvági. B68 roynir at leggja meiri fyri í álopunum, men tað gongur sera striltið at sleppa til upplagdar møguleikar.

HÁLVLEIKUR

45 min.

0-0

Einki bendir á, at B68 skal megna ovurstóru uppgávuna við Stórá. Tað er framvegis málleyst, men heimaliðið hevur verið nærri við at skora.

TB hevur havt lotið undan í 1. hálvleiki.

35 min.

0-0

Leikgongdin er tann sama. Toftamenn royna at býta frá sær, men tað gongur illa hjá B68 at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

25 min.

0-0

TB er leikliga omaná.

20 min.

Tað gongur hampuliga javnt á. Einki bendir á, at B68 skal seta TB undir trýst. Heldur er tað TB, sum er leikliga omaná. Dmitrij Jankovic, sum í dag er í miðverjuni, hevur eftir TB horna havt fína roynd, men Hans Jørgensen vardi meistarliga væl fyri.

Tað er fitt av vindi við Stórá.

15 min.

0-0

TB-B68

Dómari: Petur Reinert

TB: Ivan Stojkovic - Eirkur Magnusarson, Dmitrije Jankovic, Óli Johannesen, Hanus Mortensen - Dan Mortensen, Martin Tausen, Ragnar Tausen - Gilli Sørensen, Poul Ingason

B68: Hans Jørgensen - Jónleif Højgaard, Dánjal Pauli Højgaard, Ndende, Einar T. Hansen - Bjarki Johannesen, André Olsen, Jann Ingi Petersen - Kristian Anton Andreasen, Christian Høgni Jacobsen, Niklas Joensen

--

LIÐUGT

7-1

45 min.

1-0

15 min.

1-0: Andy Olsen

KÍ hevur stóra leikliga yvirvág ímóti FC Suðuroy, sum er meinari rakt av fýra leikbannum, enn KÍ er av sínum fýra leikbannum.

Andy Olsen var leysur við handara stólpa eftir innlegg úr høgru, tá ið hann skoraði. Lítla løtu seinni var um reppið, at leiðslan varð tvífaldað eftir somu uppskrift, men tá rakti bólturin stólpan.

KÍ-FC Suðuroy

---

LIÐUGT

1-1

60 min.

1-1: Atli Danielsen br

So er javnt í Gundadali, har teir spæla við fullari ferð uttan at tað verður lagdur so stórur dentur á verjupartin.

45 min.

0-1: Evrard Blé

Víkingur er á bronsukós. Miðvallarin Evrard Blé hevur skorað fyri Víking, sum hevur havt fleiri stórar málmøguleikar.

30 min.

0-0

B36-Víkingur