Hóast teir høvdu viljan at vinna var torført at bróta ígjøgnum ta treisku NSÍ verjuna, sum stóð stinn størsta partin av dystinum, men móti endanum megnaði heimaliðið ikki at standa ímóti meira. Jákup Martin Joensen, sum gjørdi tvey mál fyri viku síðani, var aftur tvífaldur málskjútti hesuferð.
Í fyrra hálvleiki gekk tað javnt á, men felagsliðið EB/Streymur var kanska við yvirlutan. Teir høvdu tamarhald á støðuni, og spældu seg eisini fram til nakrar málmøguleikar. Kaj Joensen hevði ein stóran møguleika, og Finnbjørn Zachariassen hevði eitt skot á stongina. Annars fór ikki nógv fram við bæði málini, og tað eydnaðist ikki at skjóta mál fyri steðgin.
Eftir steðgin var líkt til, at EB/Streymur setti allar kreftir inn fyri at fáa vinnandi málið. Oddaliðið hevði stóra leikliga yvirvág, men ikki fyrr enn móti endanum eydnaðist tað at fáa hol á.
Tá eini tjúgu minuttir vóru eftir at spæla, royndi Jákup Martin Joensen seg úr 20-metra fjarstøðu. Skotið var gott, og málverjin megnaði ikki at bjarga. So var støðan 1-0 til útiliðið. Nakað seinni var Jákup Martin Joensen aftur á rætta staðnum. Hann varð spældur leysur, men málverjin bjargaði í fyrstu syftu. Jákup Martin fekk tó bóltin aftur og lyfti bóltin uppum tann hjálparleysa málverjan. 2-0 var støðan, tá dómarin bríkslaði dystin av. Motivatiónin skortaði kanska eitt sindur leygardagin, men sigurin kom í hús hóast alt.
EB/Streymur endaði sostatt hetta sera væleydnaða kappingarárið við einum sigri á NSÍ inni í Runavík, sum ikki er tað lættasta staðið at fara heimaftur við trimum stigum.
EB/Streymur hevur verið sera sannførandi í ár, og tað er uppiborið, at teir hava tryggjað sær sætið í bestu mansdeildini.
Tað verður tó neyðugt, at fáa nakað av nýggjum fólki til felagið, tí lopið frá næstbestu til bestu deildina er stórt, og ringt verður at klára seg við somu manningini. Enn er ikki avgjørt, hvør verður venjari hjá liðnum, men Bergur Magnussen hevur roynst væl í ár. Hann hevur eisini royndir sum spælari frá bestu deildini, tá hann spældi fyri B36, har hann vann steypakappingina í 1991.
NSÍ-EB/Streymur 0-2 (0-0)
0-1: Jákup Martin Joensen
0-2: Jákup Martin Joensen