Sjálvur dysturin verður á Tórsvølli kl. 19.00, men longu hálvan triðja tíma áðrenn dystarbyrjan savnast fjeppararnir í bowlinghøllini á Hálsi, har teir fara at seta seg upp til dystin.
Fyrra dystin vann MyPa 1-0. Tað var í Finnlandi at hesin varð spældur, og EB/Streymur var undir stórum trýsti allan dystin, men megnaði at halda tørn inn til 12 minuttir vóru eftir og Mikko Hyyrynen fekk bóltin í málið aftanfyri René Tórgarð.
Men á heimavølli og við bara einum máli ímóti sær, hevur EB/Streymur eitt gott útgangsstøði til truplu uppgávuna í kvøld.