EB/Streymur: Ein um dagin

Hópurin hjá EB/Streymi tekur skap – ein spælara á gangin

EB/Streymur boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamla Tóka Johannesen, sum hevur skrivað undir sáttmála fyri 2020.

- Tóki er ein tekniskt stekur leikari, ið kann røkja øll tey framrættaðu plássini á vøllinum. Í 2018 gjørdist hann ársins stjørnuskot í felagnum. Tóki leikti 14 dystir fyri okkum í fjør. Tilsamans hevur Tóki leikt 45 dystir fyri bestaliðið felagsins, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni í kvøld.

Undan hesum er greitt, at Andras Olsen og Petur Zachariassen halda fram. Tað hevur tikið eitt sindur av tíð at fáa gongd á sáttmálarnar, men tað tykist fyri vist at EB/Streymur verður uttan Rógva E. Nielsen komandi ár. Hann er settur í samband við bæði NSÍ og Víking.