EB/Streymur dyrgir í Víkingi

Betri deildin menn: Sundalagsmenn hava dyrgt í Víkingi og ein leirvíkingur beit á

Mynd: (EB/Streymur) Fróði R. Petersen, formaður, Bergur Poulsen

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 19 ára gamla Berg Poulsen, sum seinastu trý árini hevur spælt við næstbesta liðnum hjá Víkingi.

 

- Bergur er EB/Streymari. 19 ára gamli leirvíkingurin Bergur Poulsen fer komandi tvey árini at spæla við EB/Streymi. Bergur hevur seinastu trý árini verið fastur maður á næstbesta liðnum hjá Víkingi, ið sum kunnugt altíð er í toppinum av 1. deild. Bergur spælir fyri tað mesta á høgra bakki. Sambært FaroeSoccer hevur Bergur bert spælt ein dyst í Betrideildini, men hevur spælt tilsamans 25 landsdystir við U15, U17 og U19, skrivar EB/Streymur.

 

EB/Streymur hevur mist Kristian Joensen til NSÍ, men annars er hópurin fyribils tann sami.

 

Mynd: (EB/Streymur) Fróði R. Petersen, formaður, Bergur Poulsen