Kappingarárið hjá EB/Streymi hevur verið alt annað enn væleydnað. Liðið spældi seg víðari í Evropa og kom í steypafinaluna, men annars er ikki nógv at skriva heim um.
Tí royna tey í Sundalagnum nú at styrkja seg til kappingarárið 2014. Ein av teimum monnunum, sum tey í EB/Streymi royna at lokka til Streymnes at spæla bólt, er landsliðsleikarin Pól Jóhannus Justinussen. Sum skilst eru fleiri feløg, ið ynskja sær sterka verju- og miðvallarleikaran, og EB/Streymur er eitt teirra, ið liggur framvið.
Undan árinum í ár misti EB/Streymur tíðandi menn sum Sorin Anghel, Paula G. Hansen og Jónhard Frederiksberg, umframt at Egil á Bø einans spældi, tá á stóð. Tað sást aftur á spælinum og stigatalvuni, at so tíðandi leikarar vóru burtur og javnvágin á liðnum var ikki tann sama eins og undanfarin ár.
Tískil leitar felagið nú eftir royndum og sterkum monnum, sum kunnu gera mun. Og har meta tey so í EB/Streymi, at Pól Jóhannus Justinussen er eitt gott boð.