EB/Streymur dubbar seg

Tað tykist mest sum víst, at ein pólverskur miðvallari skal koma til felagið. Og eisini verður leitað eftir styrki til álopið

Fótbóltur

 

Eftir øllum at døma vil leiðslan í EB/Streymi ikki renna seg í somu støðu, sum í fjør, tá liðið misti ondina heilt móti kappingarenda. Undan árinum varð hópurin nakað styrktur, og hetta arbeiðið tykist halda fram, nú flytingarvindeygað er opnað.

Enn eru eingi almenn boð komin úr felagnum, og Rólan Højsted, formaður, sigur, at teir enn ikki hava nakað ítøkiligt at siga. Men sum skilst, so kemur ein pólverskur miðvallari til landið í komandi viku.

Talan er um ein 31 ára gamlan miðvallara, sum hevur spælt fleiri enn 200 dystir í bestu pólversku deildini. Bæði Piotr Krakowski og Rafal Kwiecinski hava, sum skilst, viðmælt, at hesin verður knýttur at hópinum, og skal metast eftir royndunum, so er lítið at ivast í, at talan er um sterkan spælara.

Hartil sigst felagið eisini leita eftir styrki til álopssessirnar. Har hevur felagið verið skert í ár, tá fyrst Arnbjørn T. Hansen og síðani Sorin Anghel hava havt drúgvar skaðasteðgir. Enn er liðið tó partur av avgjørda oddinum, og kunnu teir gerast enn sterkari seinna partin av kappingini, so kann væl vera, at fólk á sundalagsleiðini aftur í ár fara at droyma heitar dreymar um FM-gullið.