EB/Streymur skuldi royna at varðveita bronsuplássið í formuladeildini sunnudagin, tá teir tóku ímóti VB/Sumba, sum longu undan dystinum var dømt til niðurflyting úr bestu mansdeildini. Undan dystinum var heldur eingin ivi um, at EB/Streymur var stórfavorittur at varðveita sína góðu støðu í oddinum, men móti endanum av einum kappingarári vísir tað seg ofta, at liðini, sum slett einki hava at spæla fyri, ofta yvirraska ímóti oddaliðunum.
Seinast VB/Sumba var á vitjan í Stremnesi fyrr í ár, førdu teir eisini 2-1 út í seinna hálvleik, og tí var als ikki óhugsandi, at samansetta liðið úr suðuroynni enn einaferð kundi leypa ein hvøkk á EB/Streym.
Tað skuldi tó ikki vera henda sunnudagin, at VB/Sumba yvirraskaði í Streymnesi, tí EB/Streymur lat snøgt sagt ongan iva vera um úrslitið, og tá dysturin var komin at enda, hevði heimaliðið vunnið størsta sigurin á árinum.
Heimaliðið skoraði beinanvegin
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn tað gjørdist greitt, at hetta kundi gerast ein langur dystur fyri gestirnar úr VB/Sumba, tí dómarin, Ransin Djurhuus, hevði ikki meir enn sett dystin í gongd, so lá bólturin fyri fyrstu ferð í málinum hjá gestunum.
Eftir bert ein góðan minutt fekk EB/Streymur innkast í vinstru síðu. John Heri tveitti innkastið inn í brotsteigin, har bólturin bleiv longdur. Við aftaru stong fekk Arnbjørn Hansen fatur á leysa bóltinum, og hann gjørdi ikki matari enn at lyfta bóltin upp um málmannin, áðrenn han skallaði bóltin síðsta pettið í málið, og so var 1-0.
Og tað gingu bert góðir átta minuttir, so var aftur mál til EB/Streym. EB/Streymur gjørdi eitt skjótt skifti úr høgru síðu yvir í vinstru síðu, og har gjørdist Hans Pauli Samuelsen brádliga púra leysur. Einsamallur við málmanninum sveik hann ikki, og so var 2-0, og dysturin tóktist eftir bert 10 minuttum at vera avgjørdur.
Heimaliðið var tó ikki liðugt enn. Á hálva tímanum var nevniliga aftur galið í verjuni hjá VB/Sumba. Enn einaferð kastaði EB/Streymur eitt langt innkast inn í brotsteigin, og har fekk Sorin Anghel fatur á leysa bóltinum. Hann spældi bóltin út frá til Hans Paula, sum smekkaði til í stongina og inn, og so var 3-0 til EB/Streym. Eitt sera vakurt mál av Hans Paula.
Eftir hetta hevði EB/Streymur kjansir at økja enn meir um leiðsluna, og tættast var Sorin Anghel, tá Arnbjørn Hansen spældi hann púra leysan, men Vlada í málinum bjargaði.
Málveitslan helt fram
Undan steðginum hevði EB/Streymur spælt rættiliga væl til tíðir, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sást einki til sama góða spælið. Hesa løtuna var lítið skil á spælinum, men tað var tó framvegis EB/Streymur, sum setti dagsskránna.
So við og við byrjaði heimaliðið tó at finna góða spælið fram aftur, og hetta gav eisini úrslit, tá seinni hálvleikur var knapt hálvrunnin. Eitt innkast í vinstru síðu endaði við, at John Heri fekk bóltin. Hann sendi bóltin inn í brotsteigin, og har var Anbjørn fyrstu á bóltinum, og so var 4-0 til EB/Streym, og enn hevði VB/Sumba ongan veruligan kjans havt í dystinum.
Men nakað aftan á 4-0 málið fekk VB/Sumba sín fyrsta kjans, og hetta gav eisini úrslit. Teir tóku eitt stutt hornaspark, áðrenn bólturin bleiv sendur inn í brotsteigin. Har var Dmitriy hægstur og skallaði bóltin í málið, og so var 4-1.
Tað gekk tó ikki long tíð, so svaraði EB/Streymur aftur. Teir fingu fríspark í høgru síðu, og inni í brotsteigin var Sorin Anghel hægstur, og so vóru aftur fýra mál á muni.
Tað skuldi tó koma eitt mál afturat í dystinum, og eisini hetta átti EB/Streymur. Eitt skjótt mótálop endaði við, at Bárður Olsen spældi Sorin Anghel frían í vinstru síðu. Hesin rak seg leysan av tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann spældi bóltin aftur til Bárð, sum hevði runnið seg í góða støðu. Úr fimm metrum kundi Bárður lætt senda bóltin í netið til endaligu støðuna 6-1 til heimaliðið.
Við knúsandi sigrinum staðfesti EB/Streymur sína støðu sum nummar trý í formuladeildini, og spælið hjá heimaliðnum var eisini til tíðir rættiliga gott henda dagin. Tað kann heldur ikki setast ein fingur á úrslitið, tí EB/Stremur var stutt sagt klassar betri enn VB/sumba, sum má finna heilt annað spælt fram, um teir ætla at enda tilveruna í formuladeildini á ein rímiligan hátt.