EB/Streymur brendi tvey brotsspørk

EB/Streymur gjørdi sær stóran ómak við einki mál at gera, tá ið liðið spældi venjingardyst ímóti HB leygardagin. Dysturin, sum varð spældur í Streymnesi endaði málleysur, men tað hevði heimaliðið sjálvt skyldina av. Heilar tvær ferðir fekk EB/Streymur brotsspark, men hvørgu ferðina eydnaðist teimum at skora úr ellivu metrum.