Seinnapartin verður landskappingardystur í bestu deildini við Margáir, tá ið EB/Streymur fær vitjan av TB. Tað er greitt, at hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at EB/Streymur fer at spæla sunnudagsfótbólt í fremstu røð við Margáir, har liðið áður hevur vunnið so nógvar sigrar.
Næsta ár verður tað leygardag seinnapart, at EB/Streymur fer at spæla heimadystir í næstbestu deildini.
Trettan ferðir er tað higartil í ár endað javnt, tá ið TB hevur verið annar parturin. Seinnapartin hevur TB møguleika at betra um hagtølini á útivølli. Higartil hevur TB vunnið tveir heimadystir. Annar var lykladysturin á Vágseiði í triðja umfari, og hin var við Margáir, har aldursforsetin vitjar aftur ídag.
Fimm útidystir eru endaðir við javnleiki, og TB hevur tapt seks ferðir á útivølli. Samlaði málmunurin er 14-24.
Allir TB spælararnir eru tøkir ídag.
Hjá EB/Streymi hevur vøllurin við Margáir ikki roynst at vera tann skansin,sum hann plagdi at vera. 2-1 sigurin ímóti Víkingi næstsíðsta sunnudag var fyrsti sigurin á heimavølli í landskappingini í ár. Samlaði málmunurin eftir níggju tap og tríggjar javnleikir er 12-42!
Eliesar Olsen og hansara menn siga ímóti TB at siga farvæl við sunnudagsfótbólt í fremstu røð við Margáir – í hesum umfarinum. At TB fram ímóti dystarenda ímóti ÍF javnaði til 2-2 ber við sær, at TB eisini í 2016 verður í bestu deildini.
Tóki H. Johannesen hjá EB/Streymi er skaddur. Miðverjin Andras Olsen, sum orsaka av sjúku ikki var við síðsta sunnudag, er tøkur aftur.