EB/Streymur best í Klaksvík

Sundalagsmenn vunnu í gjár fyrsta steypið í ár, tá teir endaðu ovastir av teimum fýra liðunum, sum vóru við í árligu útgávuni av Klaksvíkskappingini

Í finaluni møttust tey bæði liðini, ið endaðu ovast í landskappingini í fjør, HB og EB/Streymur, eftir at tey høvdu vunnið hvør sín innleiðandi dyst leygardagin, sum vóru ímóti ávikavist KÍ og NSÍ.
Bara eitt mál kom fyri steðgin í finaluni, og tað skoraði Pætur Dam Jacobsen, so EB/Streymur var á odda 1-0 í hálvleikinum. Síð­ani javnaði Fróði Benjaminsen fyri HB við brotssparki, áðrenn Bárður Olsen bleiv spældur leysur og smekkaði bóltin í málið til 2-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Aftaná kundu so spælararnir hjá EB/Streymi lata seg heiðra mitt á vøllinum í Klaksvík, har for­maðurin í KÍ, Tummas Lervig, hand­aði liðformanninum hjá EB/Streymi, steypið.
Í bronsudystinum stóð á jøvnum 1-1 eftir 90 minuttir, so har mátti brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari kundi kjósast. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men stutt eftir steðgin skoraði Kristoffur Jakobsen til 1-0 fyri KÍ, og tá smáir 20 minuttir vóru eftir, javnaði Christian Høgni Jacobsen fyri NSÍ.
Sostatt máttu brotsspørk skjót­ast, og her máttu ikki færri enn níggju skjúttar til, áðrenn avgerðin var fallin, og tá endaði tað við, at NSÍ vann 8-7.

Fleiri brotsspørk
Hetta við brotsspørkum var for­restin eisini lagnan hjá KÍ í inn­leið­andi dystinum ímóti HB, tí tá stóð eisini á jøvnum eftir vanligu tíðina. Kristoffur Jacobsen og Hjalgrím Eltør løgdu KÍ á odda 2-0, áðrenn fyrst Kári Nielsen mink­aði um munin fyri HB og síðani Fróði Benjaminsen javnaði við brots­sparki.
Av tí at tveir av spælarunum hjá KÍ brendu síni brotsspørk, meðan allir hjá HB skoraðu, endaði hesin dysturin tískil 6-3 til HB, sum tí kom í finaluna. Annars gott avrik av uppflytaranum, KÍ, at liðið megn­aði at halda tveimum av ovastu liðunum í fjør í 90 minuttir og ikki fall, fyrr enn brotsspørkini skuldu skjótast.
Í hinum innleiðandi dystinum spældu EB/Streymur og NSÍ, og her vann EB/Streymur 2-1. Fyrst skoraði Arnbjørn T. Hansen til 1-0 fyri EB/Streym, áðrenn ein av nýggju spæl­arunum hjá NSÍ, Hugues R. Nanmi, javnaði til 1-1. Sigursmálið hjá EB/Streymi skjeyt Arnar Dam.