EB/Streymur ber høvdið høgt

EB/Streymur hevur í kvøld víst frágera gott avrik í Kalmar í Svøríki. Heimaliðið Kalmar FF vann 1-0. Málið skoraði Ricardo Santos, tá ið tað restaðu gott og væl tíggju minuttir. Svenskararnir spældu seg ígjøgnum mitt fyri.

EB/Streymur smaddist á ongan hátt burtur, og føroyska liðið hevði meiri enn ein møguleika. Heimaliðið hevði bóltin nógv í 2. hálvleiki, men talan var ikki um nógvar málmøguleikar.

EB/Streymur megnaði sera væl skipað verjuspæl, sum ikki gjørdist torførari av, at heimaliðið hevði ilt við at fáa ferð á sítt spæl.

Um eina viku, hóskvøldið í næstu viku klokkan 19, fer EB/Streymur at eiga heimavøll á Svangaskarði. Úrslitið í kvøld kundi bent á, at tað er møguleiki hjá EB/Streymi at spæla seg víðari í kappingini. Men so er fyrsta treytin, at Kalmar FF ikki skorar mál á útivølli.

 

Eftir dystarlok varð René Tórgarð av Kalmar leguni kosin at hava verið besti spælarin hjá EB/Streymi.

René Tórgarð hevði einstakar góðar bjarginar í 2. hálvleiki. Hjá EB/Streymi var Arnbjørn Hansen púra einsamallur ta einu ferðina, men málverjin bjargaði.

 

Liðið hjá EB/Streymi: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Sorin Anghel - Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen (Brian Olsen), Daniel Udsen, Bjarni Jørgensen (Arnar Dam) - Arnbjørn Hansen

 

---------

 

EB/Streymur stríðist í løtuni í Kalmar í Svøríki í europeisku kappingini fyri lið.

Tað resta tíggju minuttir, og støðan er framvegis málleysur javnleikur.

 

----------

 

Talan hevur ikki verið um, at EB/Streymur hevur verið niðurspælt. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast í 2. hálvleiki.