EB/Streymur basti víkingunum

Heima við Margáir vann EB/Streymur trygt 3-1 á Víkingi. EB/Streymur hevur enn ikki tapt í ár, og liggja teir nú á einum deildum fyrsta plássi

FÓTBÓLTUR

 

Líkindini at spæla fótbólt mikukvøldið vóru góð, og nógvir áskoðarar vóru møttir upp við Margáir til dystin. Víkingur stríðist framvegis við at fóta sær í Formuladeildini, meðan trýstið heldur var størri á heimaliðnum, sum væntast at stríðast heilt frammi í deildini í ár.

 

Heimaliðið hvassari

Dysturin byrjaði javnur, har bæði liðini fingu spælið at koyra væl. Tað kom tó sum ein hvøkkur hjá heimaliðnum, tá ið Egil á Bø longu tíðliga í fyrra hálvleiki mátti av vøllinum við skaða. Í hansara stað kom ein væl upplagdur Marcell Balog, sum var væl við frá byrjan av. Góða og framrættaða spælið førdi við sær, at eitt mál tóktist at vera ávegis. Hetta kom eisini tá ið lítið korter var leikt, og var tað nýggi leikarin hjá EB/Streymi, Høgni Zachariasen, ið skoraði hetta.

Víkingur hevði lítla yvirvág í spælinum, men heldur at teir megnaðu at javna, var tað heimaliðið, ið økti um leiðsluna. Málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum setti høvdið á eitt gott innlegg.

2-0 sá leingi út til at gerast hálvleiksstøðan, men stutt fyri hálvleik eydnaðist tað Víkingi at minka um munin. Víkingur fekk hornaspark, og eftir ein størri bardaga um bóltin í brotsteiginum, endaði alt við, at ein EB/Streym-ari beindi bóltin í egið net. Hálvleiksstøðan var tískil 2-1 til EB/Streym.

 

Lítil og eingin ivi

Í seinna hálvleiki vísti heimaliðið góðan álopsfótbólt, og teir vístu eisini, at teir eiga nógvar góðar bóltspælarar. Levi Hanssen vísti seg sum ein góðan spældeilara, og vongspæl varð eisini nógv nýtt. EB/Streymur hevði gott tamarhald á støðuni, og eitt korter fyri leiklok fingu teir málið, ið avgjørdi dystin. Hans Pauli Samuelsen fangaði bóltin í feltinum, og við hansara triðja landskappingarmáli gjørdi hann tað til endaligu støðuna, sum harvið gjørdist 3-1 til EB/Streym.

Fulla úrtøkan sendur steypavinnararnar úr Sundalagnum á eitt deilt fyrsta pláss við HB. Víkingur liggur mitt í deildini, har teir hava seks stig fyri fimm dystir.