Málið kom eftir skjótálop frá EB/Streymi, og sum skilst var tað aftur hesaferð Gudmund Nielsen, ið fann Arnbjørn Hansen í brotsteiginum.
EB/Streymur legði seg á odda, tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki.
Tað var Gudmund Nielsen, sum legði bóltin inn fyri í brotsteigin, har toppskjúttin frá í fjør, Arnbjørn Hansen, fekk fótin á.
Seinni javnaði 07 Vestur, tá ein misskiljing millum málverja og verjuleikara hevði við sær, at Jens Erik Rasmussen slap at taka bóltin, sum René Tórgarð hevði ætlað Marna Djurhuus.
Gamli veteranurin var kvikur og setti bóltin í netið til 1-1.
Men nú hevur Arnbjørn Hansen altso aftur verið framvið, so støðan er 2-1 til EB/Streym nú seinni hálvleikur er nakrar minuttir gamal.











