Tað verða eisini Piotr Krakowski og Sámal Erik Hentze, sum fara at venja EB/Streym komandi kappingarár. Teir báðir venjararnir vórðu í ár so sera nær við at føra liðið til fyrsta gullmerkið í søguni, men teir gjørdust nakrar fáar minuttir og stuttir í so máta. Komandi ár verður tó enn ein roynd gjørd í so máta skilst. Til hetta fara teir at hava á leið sama hópin, men tað tykist greitt, at onkur spælari skal finnast fyri Ronnie Samuelsen á miðvøllinum og Fróða Clementsen í verjuni, sum báðir rokna við at gevast við fótbóti á Formula-støði.