Bygdarstevna
Á Eiði kalla tey bygdarstevnuna fyri EB dagar. Tað er Eiðis Bóltfelag, sum skipar fyri, og tiltøkini vera slík, sum oftast eru á slíkum stevnum.
EB dagarnir byrja í kvøld klokkan 20.00 tá tombola letur upp á Vaglinum. Klokkan 21.00 hevur samkoman í Mizpa, Brøðrasamkoman, útimøti, og klokkan 23.00 verður skipað fyri fundi við felagssangi á Vaglinum. Har fer Edmund Joensen, løgtingsformaður, at halda røðu.
Eftir felagssangin og røðuna hjá løgtingsformanninum, fara tey at selja ein veðr á uppboðssølu. Tað plagar at verða skipað sum ein sonevnd meksikansk uppboðssøla, har til ber at bjóða 20,- krónur hvørja ferð, sum verða inngoldnar beinanveg. Tann, sum eigur seinasta boðið, tá hamarin fellur, eigur veðrin.
Á miðnátt veðru føroyskur dansur í EB húsinum, har Dansifelagið á Látinum fer at luttaka. Seinni verður enskur dansur út á náttina.
Sunnudagsskráin fer fyri tað mesta fram á fotbóltsvøllinum Niðri á Møl. Tó er bygdarsavnið á Latrinum opið frá klokkan 14.00 til klokkan 18.00
Klokkan hálvum eitt sunnudagin byrjar fótbólturin. Tá spæla unglingarnir hjá EB/Streymi og VB. Klokkan 15.00 verður landskappingardystur í fyrstu deild, har EB/Streymur tekur í móti B68.
Tá fyrstudeildardysturin er liðugur umleið klokkan 17.00, fara børn og foreldur at hugna sær á Mølini.
Almenna skráin fyri EB dagarnar heldur fram mánadagin, tá bingo verður í EB húsinum klokkan 20.00.