EB-dagar fyri børn og vaksin

Um vikuskiftið verða aftur teir sonevndu EB-dagarnir hildnir á Eiði. Á skránni eru tiltøk av alskyns slagi og fyri allar aldursbólkar.

Eiði: Hetta tiltakið, sum ikki bert snýr seg um ítrótt og kapping, byrjar fríggjakvøldið kl. 19:30. Tá verður ítróttargudstænasta har sóknarpresturin Emil Olsen fer at prædika.
Síðani verður hildið á um kvøldið við brotssparkskapping fyri børn og vaksin, og við rennikapping niðan á Koll. Annars er ymiskt til undirhalds restina av hesum fyrsta kvøldinum, eins og bæði barna- og ungdómsdiskotek verða í EB-húsinum.
Leygarmorgunin verður lagt árla til brots: Longu kl. 8 verður byrjað við fótbólti á vøllinum niðri á Mølini. Beint eftir døgurða verður fyrst ein bjargingarroynd á vatninum, har ein tyrla frá Atlantic Helicopters fer at luttaka. Síðani verður stórt show við TrøllaPæturi og ommuni, har børnini eisini fáa høvið at heilsa uppá hesar báðar stjørnurnar.
Kl. 15 verður ein sera spennandi 1. deildardystur leiktur millum tvey av ovaru liðunum í deildini  heimaliðið EB/Streym og HB. Aftaná verða fleiri hondbóltsdystir leiktir í ítróttarhøllini, m.a. ein millum 1. mansliðini hjá VÍF og Kyndli. Seinni verður so hildið áfram við fótbólti, hondbólti, tivoli og øðrum fyri børn og vaksin.
Kl. 21:30 verður fólkafundur, har Annika Egholm fer at røða. Har verður felagssangur, eins og dansifelagið á Látrinum fer at kvøða. Eftir hetta er dansur í EB-húsinum við tveimum kendum monnum úr Klaksvík  Jákup Marner Anthoniussen og Heina Ziska Dahl.
Skráin sunnudagin byrjar kl. 14 við fleiri fótbóltsdystum í teim eldru deildunum, m.a. skulu 1. deildarliðini hjá kvinnum hjá EB/Streymi og AB spæla. Kl. 18 verður útimøti á Vaglinum.
Hóast EB-dagarnir eru eitt tiltak um vikuskiftið so verður kortini hildið á mánakvøldið kl. 19:30, tá stevnubingo verður í EB-húsinum á Eiði.
Í sambandi við tiltakið verða eisini tvær serstakar kappingar  ein kapping í Gásaskvetti og ein kapping í Proppagiti.
So er bert eftir at vóna, at veðrið verður til vildar, so nógv fólk fáa høvið at fara til Eiðis um vikuskiftið.