Aftur í ár skipa Gjáargarður og Deiggj fyri 70'ara rokktiltakinum “Easy livin' við Gjógv”. Sama tiltak var í 2015, og áhugin fyri tiltakinum var so stórur, at alt varð útselt langt fyri tiltakið. Mong vóru tey, sum tíverri ikki sluppu við í 2015, og tí varð beinanvegin avrátt í fjør at endurtaka tiltakið í 2016.
Fyrireikararnir vísa á, at hugskotið aftan fyri tiltakið er møtast saman við góðum vinum og kenningum og saman minnast tónarnar frá legendarisku Uriah Heep. Á skránni er eitt nú tann stóra heepbuffe'in - og seinni Uriah Heep-konsert við Deiggj í Bygdarhúsinum.
Lagt verður aftrat, at í fjør valdu tey flestu at gista á Gjáargarði ella leiga sær summarhús við Gjógv, og enntá var onkur kampingvognur eisini komin til "Easy liviní við Gjógv".
- Bussur koyrir eisini úr Havn og aftur til Havnar. Alt ber til, og endamálið er njóta tað róliga bygdarlívið við Gjógv saman við vinum og øðrum, sum dáma tónleikin hjá legendarisku Uriah Heep.
Fyrireikararnir siga, at nógv verður gjørt burturúr at hugna um hølini og skapa tann rætta 70'ara stemingin, eitt nú við livandi ljósum, plakatum og øðrum. Tiltakið verður leygarkvøldið 29. oktober, og ølll eru hjartaliga vælkomin.










